20-07-2010  Próvtøka og góðkenning av SCUBA-kavarum.
Próvtøkan umfatar verkliga kavararoynd, kavaraástøðisroynd (skrivlig roynd) og kavaraútgerð og trygd (munnliga roynd).
Fyri at sleppa til kavaraástøðisroynd og roynd í kavaraútgerð og trygd, skal umsøkjarin í minsta lagi hava fingið próvtalið 2 fyri kaving í verki, givið av tí lærara, sum hevur fyrireikað viðkomandi, eins og at umsøkjarin skal hava fylgt tí skipaðu undirvísingini.
Próvdøming av ávikavist roynd í kavaraástøði, kavaraútgerð og trygd, verður gjørd av tí lærara, sum hevur givið frálæru í viðkomandi lærugreinini, og einum próvdómara, ið er ein av limunum í próvtøku- og góðkenningarnevndini.
Próvdómari til hesa royndina var Heri Mørkøre, sum Próvtøkunevndin hevur góðkent.
Til próvdømingina verður 7 tals stigin brúktur, og fyri at standa próvtøku krevst, at einki próvtal er undir 2. |
16-07-2010  Vegna summarfrí er Arbeiðseftirlitið stongt í viku 30 og 31.
Opið verður aftur sum vanligt mánadagin 9. august |
23-04-2010  Sløkkilið hava ymiskar aðrar uppgávur enn at sløkkja eld.
Ein uppgáva er leiti– og bjargingaruppgávur, eisini á sjónum og í vøtnum |
|
|